2018-10-02 21:18
Í dag trýsti varaborgarstjóri og forkvinna í mentamálanevndini hjá Tórshavnar kommunu, Gunvør Balle, á knøttin, sum sendir nýggju plássbókingarskipanina BARN á netið.
Við BARN verður møguligt talgilt at bóka vøggustovu- og barnagarðspláss til børn á dagstovnum í kommununi.
Nýggja skipanin er slóðbrótandi talgilding á hesum øki í Føroyum. Hon tryggjar foreldrum fult gjøgnumskygni um tøk pláss, tá pláss verða bókað, og gevur foreldrum harumframt nógv størri fleksibilitet í sambandi við broytingar, svnkrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu síni.
Mentamálanevndin í Tórshavnar kommuna tók longu í 2015 stig til at fáa til vega talgilda plássbókingarskipan. Umframt at veita foreldrum eina betri tænastu, var endamálið eisini at geva kommununi betri amboð at rokna fram í tíð tørvin á plássum og harvið betri veita foreldrum plásstrygd.
Til ber eisini at bóka pláss uttan at brúka talgildu skipanina. Foreldur verða tá biðin um at venda sær til Snarskivuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald