Býráðið í Vága kommunu samtykti á heysti í 2021 at arbeiða víðari við tilmælunum um barna- og ungdómsøkið í Vága kommunu. Eitt av hesum tilmælum var, at ein barna- og ungdómspolitikkur skuldi orðast, og er hann nú gjørdur, boðar kommunan frá.
– Endamálið við barna- og ungdómspolitikkinum er at skapa eina heildarmynd fyri, hvussu arbeitt verður á barna- og ungdómsøkinum í okkara øki. Politikkurin er ein heildarmynd út frá dagsins samfelag, sum vísir á felags virðir og grundvøll fyri barna- og ungdómsøkið, ið vit ynskja fyri okkara kommunu. Somuleiðis er endamálið við politikkinum, at øll børn og ung skulu kenna seg aftur í politikkinum.
– Hesin barna- og ungdómspolitikkur leggur serligan dent á fyribyrging og átøk í tøkum tíma, sum skulu styrkjast fyri øll børn og ung – við sjóneyku á, hvussu vit øll í felag hava týdning fyri barna- og ungdómsárini.
Politikkurin, sum sæst her, er í trá við ST barnarættindasáttmálan og Norðurlendsku barnaviðtøkuna, skrivar Vága kommuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald