Innanlands

Barnaansingargjald, kringvarpsgjald og lestrarstuðul á skrá í tinginum í dag

Fólkaflokkurin myndar dagskránna í tinginum í dag

2018-10-08 08:55 Author image
Oda Strøm
placeholder

Løgtingið kemur saman klokkan 10 í dag.

Á skránni eru átta 1. viðgerðir, harav Fólkaflokkurin eigur sjey av teimum. 

Fyrsta uppskotið frá Fólkaflokkinum, ið skal viðgerast, er uppskot til samtyktar um at gera løgtingslóg, sum skal geva kommunum heimild at lata foreldrum peningin, sum barnaansingin kostar fyri kommununa, so foreldur sjálvi fáa frælsi at velja ansing fyri síni børn. 

Eisini er uppskot til løgtingslóg um at broyta kringvarpsgjaldið soleiðis, at vinnufeløg verða undantikin kringvarpsgjald. Fólkaflokkurin ynskir m.a. eisini at javnseta almenna og privata bygging, soleiðis at Bústaðir ikki longur fær framíhjárættindi.

Skráin fyri tingfundin í dag kann lesast her, og fundurin verður stroymdur beinleiðis her

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder