2018-10-10 12:55
Nú er dansitíðin byrjað aftur, og eitt av afturvendandi tiltøkunum líka síðani Norðurlandahúsið lat upp í 1983, er barnadansurin í Norðurlandahúsinum.
Aftur í ár skipar Dansifelagið í Havn fyri barnadansi í Norðurlandahúsinum fríggjakvøld í dansitíðini, har børn og ung dansa saman við vaksnum.
Næstu ferð dansað verður er fríggjakvøldið 12. oktober. Í heystfrítíðini er eingin dansur, men síðani verður dansað hvørt fríggjakvøld frá 26. oktober fram til 7. desember – og aftur frá 4. januar til 22. februar 2019.
Harumframt dansar Dansifelagið í Havn vanliga í Hornahúsunum fríggjakvøld í dansitíðini. Byrjað verður við ársaðalfundi fríggjakvøldið 26. oktober.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald