2019-03-22 09:58
Seinnapartin letur Smiðjan í Lítluvík upp við eini øðrvísi listaframsýning. Talan er um eina framsýning við verkum, sum børn hava málað.
Børnini eru frá 4 til 8 ár, og tey hava málað tað, ið hugtekur og undrar. Børnini eru Sasja og Selia Enghamar og Aura og Zeth Fagranes.
Tey hava ikki sitið einsamøll og málað, men hava sitið saman og tosað um tað, ið tey vildu mála. Angela Petersen hevur lagt teimum lag á.
Omma teirra, Arngerð Joensen, sum eisini er við á framsýningini, er inspratiónskeldan hjá teimum.
Framsýningin í Smiðjuni er opin til og við týsdagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald