Býráðið hevur í fíggjarætlanini fyri 2019 avsett tvær miljónir til at fyrireika bygging av bátahyli í Álakeri. Tað hevur verið tørvur á fleiri bátaplássum í Tórshavn í nógv ár. Við ársenda 2018 vóru tað 200, sum stóðu á bíðilista til bátapláss, og sum øll hava goldið kr. 2.000 í depositum. Í Tórshavn og á Argjum eru tilsamans 550 bátapláss.
Metingar av einari bátahavn í Álakeri vísa, at tað verður pláss fyri millum 200- og 250 bátum, alt eftir bátastødd, og hvussu havnin verður skipað við flótibrúgvum. DHI hevur gjørt simuleringarnar sum vísa, at longri brimgarðurin er, sum verjir bátahylin, kyrrari verður í bátahylinum. Royndir eru gjørdar við 3 ymiskum longdum, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuni.
Um tann loysnin, har innsiglingin er 50 metur verður vald, sigur simuleringin, at kyrran verður eins góð og miðal kyrran er við bátaplássini á Skálatrøð. Nevnast kann eisini, at økið á landi verður víðkað við 2.000 m2. Brúgvar og bátabummar vera av sama slagi, sum nýggjasta brúgvin á Skálatrøð.
Bogi Andreasen, formaður í Vinnunevndini, segði undir viðgerðini, at kappróðarøkið ikki verður nervað av útbyggingini. Tvørturímóti fær kappróðurin betri umstøður á landi, eisini verður nýggjur dráttur gjørdur til kappróðrarbátar. Streymúttøk og vatn til bátar verða á øllum brúgvunum.
Arbeiðið kann verða liðugt í apríl 2022. Havnameistarin viðmælti at taka undir við eini byggiskrá, vinnunevndin tók undir við tilmælinum og málið varð samtykt á býráðsfundi í morgun.
Innanlands
Bátahylur gerast í Álakeri
Tórshavnar býráð hevur avsett tvær miljónir til at fyrireika bygging av bátahyli í Álakeri
Mynd: Tórshavnar kommuna
2019-07-04 18:40
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald