Innanlands

Bátur misti skrúvuna í Nólsoyarfirði

9 fólk og ein hundur vóru umborð á bátinum

Bjargingarbáturin Lív (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

Bjargingarbáturin Lív (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2018-10-01 08:10 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í gjárkvøldið um hálvgum átta fekk løgreglan fráboðan um at ein bátur var komin í trupulleikar í Nólsoyarfirði.

- Báturin var staddur út fyri Tjørnunes á Nólsoynni, tá báturin misti skrúvuna. Boð vórðu eftir MRCC og bjargingarbáturin LÍV varð sendur eftir bátinum, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.

9 fólk og ein hundur vóru umborð á bátinum, sum varð sleipaður inn til Nólsoyar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder