Løgreglan fekk í morgun um hálvgum 10 tíðina fráboðan um, at ein bátur var sokkin í bátahylinum í Skipanesi.
Bilførarin segði, at hann sá bert tekjuna á bátinum, og at hann helt, at báturin kanska var sigldur á grótkastið. Av tí at bilførarin koyrdi tungt akfar í tættari ferðslu, fekk hann ikki kannað málið nærri sjálvur.
Løgreglan sendi onkran á staðið, sum fekk staðfest, at báturin var bundin, og tí ikki hevði siglt á grótkastið.
Fingið var fatur á eigaranum, sum segði, at hann var hjá bátinum í gjár, og tá lá hann sum hann skuldi.
Báturin verður tikin upp aftur við kranabili seinni í dag, og mett verður ikki, at nakað serligt av oljuleka er, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald