Innanlands

Bátur steðgaði upp út fyri Skansan

Rescue Lív sleipaði bátin aftur til Havnar

Mynd: Savnsmynd

Mynd: Savnsmynd

2018-06-23 14:34 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár mátti manningin hjá Rescue Lív út eftir einum báti, ið hevði fingið maskintrupulleikar og var steðgaður upp út fyri Skansanum í Havn. Fýra fólk vóru umborð.

MRCC fekk boðini klokkan 13.57, og eitt korter seinni kom Rescue Lív á staðið.

Klokkan 15.05, eitt sindur meira enn ein tíma aftaná, at MRCC hevði fingið boðini, hevði Rescue Lív sleipað bátin aftur til Havnar, upplýsir vakthavandi á MRCC-støðini. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder