Mentan

Seldi stóra og flotta veðrin hjá lítlabeiggja

Ein heldur skemtilig familjutvístøða varð umrødd í Kjakarínum í gjár

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-05-17 13:47 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Eg havi eina tvístøðu við eldra beiggja mín. Hann heldur, at tí hann er eldri enn eg, so kann hann alt. Eg havi skaffað mær eitt veðurlamb, ið eg havi fóðrað gjøgnum veturin og keypt fóður og oyggj, sum ikki er bíligt, og nú er tað sjálvandi ein stórur flottur veðrur, greiðir ein ørkymlaður lítlibeiggi frá Kjakarínum í útvarpinum gjáramorgunin.

- Tað næsta eg hoyri frá beiggja mínum er, at hann hevur selt veðrin til ein bónda sum brund. Skal eg nú traðka inn og siga “noy”, tí eg havi havt allar útreiðslur av veðrinum, ella skal eg lata bóndan fáa veðrin, tí hann hevur sagt, hvussu spentur hann uppá hann, spyr lítlibeiggin.

Nei for søran, man kann ikki selja ognina hjá einum øðrum, helt Heini í Havn Magnussen fyri. Hini í panelinum, Sasho Bjartsson og Ester Kristianssen tóku eisini undir við hesum.

- Um hann hevur havt allar útreiðslur av hesum, so má tað vera hansara ogn. Eg kann ikki koma inn og selja okkurt hjá honum bara tí eg eri eldri, segði Sasho Bjartsson.

- Gev beiggjanum eitt ordiligt spark í skinnabeinið. Pengarnar fyri veðrin skal hann í øllum førum hava, vóru tey trý samd um.

- Hesin lítlibeiggin skuldi selt bilin hjá eldra beiggjanum, segði Heini í Havn Magnussen.

[object Object]Sasho Bjartsson, Heini í Havn Magnussen og Ester Kristianssen (Mynd: KVF)

Spurningurin um seyðin hoyrast ein tíma inn í sendingina

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder