Beinir Johannesen fekk 444 atkvøður í Klaksvík, og við atkvøðunum áðrenn heimbýin hjá unga stjørnuskotinum hjá Fólkaflokkinum, hevur hann nú 643 atkvøður.
Tí er Beinir Johannesen er nú nummar tvey á listanum hjá Fólkaflokkinum aftanfyri eitt annað nýtt valevni hjá Flokkinum. Uni Rasmussen er fremstur á listanum hjá Fólkaflokkinum við 666 atkvøðum.
Tað manglar bara atkvøðutalið úr Kollafjørði og Havnini. Men tað tykist longu greitt, at Annika Olsen, ið fekk 1.754 atkvøður á seinasta vali, gongur aftur. Tað er greitt at Fólkaflokkurin fær 1381 atkvøður í Havn, men Annika Olsen hevur einans fingið 194 atkvøður higartil.
Spenningur tykist vera um, hvørt Fólkaflokkurin ella Javnaðarflokkurin fær næsta umboðið á Fólkatingi. Men Sambandsflokkurin tykist hava tryggja sær eitt av umboðunum, meðan tølini beint nú benda á, at Tjóðveldi missir sítt umboð. Hetta kann tó alt broytast, tá úrslitið í Havn er greitt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald