Fyrsti peikaði Beinir Johannesen á seg sjálvan, og síðani hava forfólkini í øllum hinum trimum síðani gjørt greitt, at tey ynskja formannin í Fólkaflokkinum sum samráðingarleiðara.
Hetta hava Bárður á Steig Nielsen, Aksel V. Johannesen og Sirið Stenberg staðfest, eftir at tey eru komin út aftur úr rúminum hjá Bjørt Samuelsen.
Harvið er greitt, at Beinir Johannesen og Fólkaflokkurin sleppa at standa á odda fyri samgongusamráðingum.
Beinir Johannesen staðfesti í gjár, at hann ynskir eina breiða semju og helst við trimum stórum flokkum.
Sí eisini: Video: Beinir fer at kanna møguleikan fyri breiðum samstarvi
Meira úr tinginum seinni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald