Eitt av nýggju andlitunum á fólkaflokslistanum nú til fólkatingsvalið, er 22 ára gamli Beinir Johannesen úr Klaksvík.
Hóast unga aldurin, er hann ikki ókendur í politikki, tí fyri hálvum triðja ári síðani varð hann, einans 19 ára gamal, valdur inn í býráðið fyri Fólkaflokkin við ikki færri enn 170 persónligum atkvøðum.
Politikkin hevur hann í genunum, hóast tað ikki eru øll, ið hugsa um Fólkaflokkin, tá tey fáa at vita, at hann er abbasonur Vilhelm Johannessen og bróðursonur løgmans, báðir umboðandi kjarnuna í Javnaðarflokkinum. Pápin er Líggjas Vilhelmsson Johannesen, eigari og skipari á línuskipinum Klakki, sum hevur verið undangongumaður í stríðnum hjá norðoyingum móti fiskivinnunýskipanini hjá núsitandi landsstýrissamgongu.
Beinir Johannesen er umboð hjá Huxa, fólkafloksungdóminum, á listanum til Fólkatingsvalið.
Sjálvur hevur hann yvirtøku av loftrúminum, sum sítt fremsta mál í royndini at náa fólkatingssessinum, men Beinir viðgongur eisini fyri Portalinum, at hansara luttøka á listanum til fólkatingsvalið mest er fyri at stuðla flokkinum – at hann skuldi verið valdur, verður ikki hildið at vera sannlíkt.
Men ambisjónirnar eru til staðar, og har er tað ein sessur í løgtinginum, sum lokkar. Her kemur ungi politikarin so í stríð við tveir markantar løgtingslimir, Jákup Mikkelsen og Elsebeth M. Gunnleygsdóttir, um atkvøðurnar í Norðoyggjum.
- Fiskivinnan hevur natúrliga mín áhuga, men í ungdómshøpi royni eg eisini at arbeiða fyri, at geva lærlingum betri kor við at fáa eina skipan í lag, so lærlingar sleppa undan at skula rinda landsskatt.
- Tað er ein sannroynd, at tað er ov fá ung, sum velja sær handligu útbúgvingarnar, og tí kundi eg ynskt mær, at tað gjørdist nógv meira freistandi at farið í læru, sigur Beinir Johannesen, sum sjálvur arbeiðir innan handilsvinnuna, sum handilsleiðari hjá KBI, og í frítíðini lesur hægri handilslestur, HD, á Glasir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald