Innanlands

Beinta Gudfinnsdóttir Jacobsen sett sum fyrstilærari í Porkeris skúla

Hanna Jensen, landsstýriskvinna, hevur sett Beintu Gudfinnsdóttir Jacobsen í starvið sum fyrstalærara í Porkeris skúla frá 23. apríl at rokna

Mynd: Mentamálaráðið

Mynd: Mentamálaráðið

2019-04-09 14:33 Author image
Ari av Rana
placeholder

Hanna Jensen, landsstýriskvinna, hevur sett Beintu Gudfinnsdóttir Jacobsen í starvið sum fyrstalærara í Porkeris skúla frá 23. apríl at rokna.

Beinta er 39 ára gomul og tók læraraprógv í 2005. Hon hevur drúgvar undirvísingarligar royndir sum lærari. Fyrsta árið arbeiddi hon í Argja skúla, og skúlaárini 2006/07 til 2016/17 hevur hon starvast sum lærari og seinasta árið sum støddfrøðivegleiðari í Eiðis skúla, skrivar Mentamálaráðið.

Beinta tók í 2017 útbúgving sum støddfrøðivegleiðari og starvast í dag í Tvøroyar skúla, har hon er knýtt at sertilboðnum í skúlanum, umframt at hon røkir aðrar undirvísingarligar uppgávur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder