
Mjúk og hóskandi upphiting
Benjamin hevði fingið dugnaliga guitarsnillingin og sangskrivarin, Jónas Gaard, at hita upp hetta kvøldið. Hetta lá til høgrabeinið, tá Jónas eisini upptraðkaði saman við Benjamin.
Jónas hevur hittað í Føroyum saman við Sigrið við frálíku løgunum ”Farin” og ”Hon er mítt heim”. Jónas upptraðkaði einsamallur hetta kvøldið, bert hann og gittarin, men megnaði hann at fanga áhoyrararnir við trimum løgum. Fjøldin lurtaði hugbundin, ein hóskandi upphiting, sum legði huglagið fyri kvøldið.
Osaði av dygd og dugnasemi
Tá klokkan var farin nakað av níggju kom Benjamin Rajani við bólki á pallin. Reinsaríið var eitt sindur yvir hálvfult, sum var heldur spell, tí hendan útgávan er veruliga verd at feira.
Við sær á pallin hevði Benjamin dugnaligar tónleikarar. Áður nevnda, Jónas Gaard á gittar og banjo, Ari Seward á bassi, Aksel Remmel á klaver og Hjørtur Háberg á trummum, hartil vóru Ernst Remmel á trompet, Kristina á Váli á cello og Ragnar Festirstein á violin við á ávísum løgum.
Hevði sjálvur lurtað eftir nýggju plátuni, ”Tá hvørt ljós líkist tær”, sum kom út sama dagin sum konsertin. Var tískil sera spentur til konsertina, tí útgávan er eitt vælaverk, ein serstakliga góð pláta við 12 vælskrivaðum løgum á føroyskum máli.
Útgávan ljóðar væl, er væl framleidd av danska framleiðaranum Esben Svane, sum saman við Benjamin hevur lagt til rættis og staðið fyri størsta partinum av ljóðførunum í innspælingini. Eg var við hesum sera spentur og forvitin um, hvussu bólkurin fór klára at bera útgávuna fram, nú hetta var fyrstu ferð at løgini skuldu framførast við bólki.
Benjamin legði fyri við fyrstu skering av útgávuni - ”Orð eru fátæk”. Benjamin gav til kennar í útvarpssendingini ”Leitistein”, at hann var stórur Teitur fjeppari, og íblásturin kom eisini til kennar í fyrsta lagnum við tunga stevinum og stórsligna niðurlagnum. Frálíka banjospælið hjá Jónasi fylgdi okkum inn í næsta lagið ”Royni enn at gloyma”, eitt fangandi lag, sum eisini hevur verið nógv at hoyrt í Kringvarpinum. Birita Dam, sum syngur kór á útgávuni var ikki tøk til konsertina, men røktu Ari Seward og Aksel Remmel hendan leiklutin nøktandi á konsertini.
Ljóðið í Reinsaríinum var framúr hetta kvøldið, væl blandað av Kristoffuri Mørkøre handan knøttarnar. Ljóðførðini komu klárt og væl út í rúmið, meðan røddin hjá Benjamin lá sveimandi omaná. Benjamin er nógv mentur sum sangari. Meðan hann áður tíðum hevur havt lyndi til at blíva heldur skingur, tá hann pressar røddina, so er klangurin totalt undir kontrol á nýggju útgávuni, og var hon tað eisini fríggakvøldið. Benjamin ljóðaði framúr. Fjórða lagið ”Bæði so og so”, er helst besta dømi uppá sangdygdirnar hjá Benjamini, har hann syngur so sera vakurt falset í niðurlagnum, eitt av hæddarpunktunum á konsertini. Annað hæddarpunkt var hitt aftur Teitur inspireraða lagið ”Greinar sum svørð”. Ein stuttlig hugleiðing, um tað fría og óspilta við at vera barn. Huglagið minti eitt sindur um lagið «Clara» hjá Teiti við tí óspiltu leikandi gentuni. Teitur er ein meistari í lagsmíð, og her leggur Benjamin Rajani seg væl uppat. Eins og útgávan, osaði konsertin av dugnasemi og nærlagni Benjamins.
Benjamin takkaði fyri vakra lagnum «Lívsins balkong». Ein vakur sangur um vinalag og at vaksa til. Eitt hóskandi lag at enda konsertina við, eitt high-note. Lagið rørdi áhoyrararnar og bólkurin bleiv sjálvsagt klappaður inn aftur til eitt eykalag. «Tað var gott tit klappaðu, tí vit høvdu eitt lag afturat», segði Benjamin brosandi.
Seinasta lagið var «Minnist» - eitt feitt, lívligt pop-rock lag og fjøldin kundi fara glað og upplyft avstað. Sjálvur fór eg grunandi yvir frálíku konsertina og útgávuna ”Tá hvørt ljós líkist tær”, og at Føroyar eiga enn ein sangskrivara í serflokki, sum eg gleði meg at hoyra meira til. Hálvfulla Reinsaríið vitnaði kanska um, at øll enn ikki hava fingið eyguni upp fyri dugnaliga lagsmíðinum hjá Benjamin Rajani, men hugsi eg, at hetta bert ein spurningur um tíð.
Setlistin
1. Orð eru fátæk
2. Royni enn at gloyma
3. Býttur
4. Bæði so og so
5. Sig mær
6. Greinar sum svørð
7. Mánakvøld
8. Morgunljóð
9. Bláfryst og kvirr
10. Stjørnuhav
11. Lívsins balkong
12. Minnist
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald