Uttanlands

Ber gula stjørnu í ST trygdarráðnum

Sendiharrin hjá Ísrael kann als ikki góðtaka, at ST-trygdarráðið ikki vil fordøma álopið hjá Hamas 7. oktober

Gilad Erdan á ST-fundi í gjár

Gilad Erdan á ST-fundi í gjár

2023-10-31 07:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

ST-sendiharrin hjá Ísrael, Gilad Erdan, bar eina gula stjórnu á bringuni á fundinum í ST-trygdarráðnum í gjár.

Hann sigur, at hann ætlar sær at bera stjørnuna, líka til limirnir í trygdarráðnum hava fordømt “ræðuleikarnar” hjá Hamas.

- Nøkur tykkara hava einki lært hesi seinastu 80 árini. Nøkur tykkara hava gloymt, hví hetta ráðið varð stovnað í síni tíð, segði Gilad Erdan millum annað.

Erdan kann ikki góðtaka, at ST-trygdarráðið framhaldandi er tigandi eftir álopið hjá Hamas móti Ísrael 7. oktober.

ST-trygdarráðið, sum hevur 15 limir, hevur enn ikki gjørt nakrasamtykt viðvíkjandi Gaza-ósemjuni, skrivar Ritzau frá AFP tíðindastovuni.

- Frá í dag at rokna fara tit, hvørja ferð tit hyggja at mær, at minnast til, hvat tað hevur at siga at tiga mótvegis óndskapinum. Eins og omma mín og abbi mín gjørdu og fleiri milliónir jødar aftur at teimum, fara eg og fólk míni frá nú av at bera gular stjørnur, segði hann.

Á stjørnuni stendur “Never Again”. Boðskapurin sipar til gulu stjørnuna, sum jødar vórðu tvungnir til at bera í Týsklandi undir øðrum heimsbardaga.

Erdan sigur, at hann ber stjørnuna sum eitt “tekin um stoltleika”.

- Vit vilja bera stjørnuna til tit vakna og fordøma ræðuleikarnar hjá Hamas.

Forsætisráðharrin í Ísrael, Benjamin Netanyahu, hevur kallað álopið á Ísrael 7. oktober, fyri tað álvarsligasta móti jødiska fólkinum síðan Holocaust.

Trygdarráðið hjá ST hevur verið í tvíningum hesar seinastu vikurnar. Fýra uppskot til samtyktir eru havnað.

Nøkur av uppskotunum hevur tætti sameindi hjá Ísrael, USA, støðgað, tí rætturin hjá Ísrael at verja seg ikki verður nevndur.

Eitt annað uppskot, sum USA legði fram, varð víst aftur av Russlandi og Kina, tí tað ikki mælti til vápnahvíld.

Sum avleiðing av hesum samtykti ein stórur meiriluti á sjálvum ST aðalfundinum fríggjadagin eina útsøgn, ið ikki er bindandi, har mælt var til at vápnahvíld í stundini fyri at hjálp kann koma fram til tey neyðstøddu.

Síðan Hamas leyp á Ísrael, hevur Ísrael framt fleiri bumbuálop á Gaza. Sambært heilsumyndugleikunum í Gazageiranum, hava yvir 8.000 fólk latið lív í hesum álopum, skrivar Ritzau.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder