Mentan

Bergtórur Bjarkhamar innstillaður til prestaembætið í Hoyvík

Fýra umsóknir vóru til kallið

Bergtórur Hjelm Bjarkhamar (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Bergtórur Hjelm Bjarkhamar (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-04-09 07:01 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Kirkjuráðini í Suðurstreymoyar norðrara prestagjaldið hava á felags fundi í gjárkvøldið innstillað Bergtór Hjelm Bjarkhamar til komandi sóknarprest teirra.

Tvær kirkjur eru í Suðurstreymoyar norðrara prestagjaldi, Hoyvíkar kirkja og Kaldbaks kirkja.

Bergtórur Bjarkhamar er úr Vági og hevur seinastu átta árini røkt kallið sum sóknarprestur í Norðurstreymoy við sæti í Hvalvík. Hetta verður so hansara næsta embæti. Ætlandi verður tikið við nýggja embætinum 1. august í ár.

Tað er landsstýrismaðurin við kirkjumálum, Høgni Hoydal, ið útnevnir sóknarprestin.

Suðurstreymoyar norðara prestagjald fekk í januar mánað játtan til eitt embæti afturat. Frammanundan er ein sóknarprestur í prestagjaldinum. Kirkjuligu myndugleikarnir mettu, at neyðugt var við einum embæti afturat til eitt skjótt vaksandi øki, ið tilsamans telur umleið 4.500 fólk. Fýra umsøkjarar vóru til kallið, skrivar Jógvan Fríðriksson, bispur, á heimasíðuni hjá Fólkakirkjuni. 

Hóast Bergtórur Bjarkhamar ikki formliga er settur enn, hevur verandi sóknarpresturin í prestagjaldinum, Theodor Eli Dam Olsen, longu ynskt honum vælkomnum í starvið:

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder