placeholder
Innanlands

Bert 26 metrar sprongdir av tunlinum í síðstu viku

Eisini eru gjørdir 500 metrar av vegabreytini

2018-07-16 14:30 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í síðstu viku vórðu 26 metrar sprongdir í Eysturoyartunlinum. Í alt eru nú sprongdir 6.180 metrar, av 11.250 metrum í Eysturoyartunlinum. Hetta skrivar P/F Eystur- og Sandoyartunlar á Facebook.

À Hvítanesi vóru í seinastu viku sprongdir 12 metrar av sjálvum tunlinum, umframt at arbeiði at spreingja næsta pumpibrunnin helt á. Í alt eru nú sprongdir 2.957 metrar. Hesa vikuna verða umleið 500 metrar av vegabreytini gjørdir. Tá hetta er gjørt, eru umleið 2.600 metrar av vegabreytini inni í tunlinum gjørdir.

Frá rundkoyringini til Hvítanes vóru sprongdir 4 metrar. 
Har eru íalt sprongdir 905 metrar, og frá rnudkoyringini til Rókina vóru sprongdir 10 metrar. Har eru í alt sprongdir 693 metrar.

Umframt arbeiði, sum fer fram í sjálvum tunlinum, verður harumframt arbeitt við vegagerð uttanfyri tunnilsmunnarnar á Hvítanesi og við Rókina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder