Innanlands

Bert 4.228 gistingar í Føroyum í mars

Hetta eru beint yvir 6.000 færri enn í mars 2019 og yvir 2.000 færri enn í februar í 2020. Hagstovan hevur gjørt nøkur tøl fyri ferðavinnuna upp

2020-04-30 12:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

At ferðavinnan bløðir orsakað av koronakreppuni er eingin loyna. Tað sum varð væntað at verða eitt metár á fleiri økjum í vinnuni, er nú vorðið eitt marruár.

Les eisini: -Einki mark fyri kostnaðin sum heimurin skal rinda fyri hesa farsóttina

Á tíðindafundinum fyrrapartin kom fram, at ynski er um, at útlendsk ferðafólk ikki koma til Føroyar fram til 30. juni í fyrsta lagi. Tað kom eisini fram, at arbeitt verður við at geva ferðavinnuni serliga hjálp

Sí eisini: 
Her eru nýggju tilmælini

Stór niðurgongd

Hagstova Føroya hevur í dag gjørt tølini upp fyri gistingar á gistingarhúsunum í Føroyum.

Í mars, tað vil siga í farna mánaði, vóru tølini væl lægri enn árini frammanundan. Tað verður ferðast munandi minni millum lond, nú koronasmittan herjar, og avmarkingar eru settar.

12 mars fór føroyska samfelagið niður í ferð.Fyri mars í ár vórðu 4.228 gistingar skrásettar. Hugsast kann, at tær flestu vóru fyrru hálvu av mánaðinum.

Hetta eru 500 persónsgistingar færri enn í januar, ið vanliga er ein slakur mánaði, og yvir 2.000 færri enn í februar.

Um samanborið við gistingar í mars seinastu trý árini, so sær tað soleiðis út:

Mars 2019: 10.376 gistingar
Mars 2018: 11.391 gistingar
Mars 2017: 9.363 gistingar.

Sí meira her

Harvið hevur miðaltalið fyri mars seinastu árini verið beint omanfyri 10.000. Tølini fyri apríl fara helst at vísa eina størri niðurgongd samnborið við tølini fyri apríl farnu árini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder