Mentan

Her er nýggju tilmælini

Frá mánadegnum kunnu í mesta lagi 50 fólk savnast - tó 100 í kirkjum og samkomum. Fleiri fara skjótt í skúla, men mælt verður frá, at festivalar og størri tiltøk verða fram til 30. juni

Løgmaður rósti Føroya fólki, men sló fast, at koronahóttanin als ikki er av (Mynd: Sverri Egholm)

Løgmaður rósti Føroya fólki, men sló fast, at koronahóttanin als ikki er av (Mynd: Sverri Egholm)

2020-04-30 10:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, hevur fyri lítlari løtu síðani kunngjørt, hvussu Føroyar fara meira upp í ferð frá komandi viku.

Hann byrjaði við at takka øllum, sum hava fylgt tilmælunum so væl seinastu vikurnar - tað sum hevur verið lykilin til góðu gongdina í tølunum, ið løgmaður fegnaðist um.

Bárður á Steig Nielsen rósti føroyingum og vísti aftur á, at álit, sum hann vísti á er inngrógvið í føroyska samfelagið, er lyklaorðið í tilgongdini og grundarlagið fyri ætlanini.

Her eru tey dagførdu tilmælini, sum í fyrstu syftu eru galdandi til 30. juni

50 fólk savnast

Frá mánadegnum kunnu í mesta lagi 50 fólk savnast - síðani 12. mai hevur talið verður 10. Løgmaður vísti á, at tilmæli um frástøðu og reinføri framvegis skuldi virðast. 

100 fólk kunnu savnast í kirkjum og samkomum. Hetta, segði Bárður á Steig Nielsen, var fyri at virða møguleikan at hava jarðarferðir

Skúlar: 

Mánadagin 4. mai fara 4. flokkarnir aftur í skúla. Rásin í Runavík letur eisini upp aftur.

Mánadagin 11. mai: 5. flokkarnir byrja aftur

Mánadagin 18 mai: 9. flokkarnir byrja aftur, umframt 1. og 2.g á Miðnámi, 1. HF og serbreytin

(6.-8. og 10. flokkarnir skulu sum nú er ikki í skúla aftur fyri summarferiuna)

Arbeiði: 

Starvsfólk hjá tí almenna skulu, sum útgangsstøði, aftur til arbeiðis frá 4. mai.

Hárfríðkarar o.o. kunnu fara aftur til arbeiðis.

Festivalar og størri tiltøk:

Mæla frá at festivalar og størri tiltøk verða fram til 30. juni. Arbeitt verður við at geva endurgjald - hetta verður helst í hjálparpakka 3. Meira um festivalar og onnur stór tiltøk, sum eftir ætlan skulu vera í juli og august, verður at frætta í mai.

Dagstovna- og eldraøkið

Kommunurnar arbeiða í tøttum samstarvi við koronaráðgevingini um at lata meira upp á best gjørligan hátt, nú tørvurin á Dagstovnaøkinum er vaksandi, og nú møguleiki skal verða givin til, at tey á ellis- og røktarheimi kunnu fáa vitjan.

Samferðsla

Bussar fara í komandi tíðini at koyra á øllum leiðum. Dentur verður lagdur á, at fólk kunnu koma frá og til arbeiði. Tó verður talið av ferðandi framvegis avmarkað.

8. mai koyra allar leiðir, tó við nakað avmarkaðari ferðaætlan og tilkalling í summum førum.

Oyggjaleiðir fara aftur at sigla meira sum vanligt 8. mai

Ítróttur: 

Somu tilmæli eru galdandi: Frá 9. mai kunnu ítróttarfólk kappast aftur - uttan áskoðarar.

Matstovur o.a

Kaffi- og matstovur kunnu hava opið til klokkan 22 til og við 30. juni. Mælt verður eisini staðiliga frá, at skeinkistøð hava opið til út á náttina.

Løgmaður minti til seinast á, at talan verður um eitt øðrvísi summar. Hóttanin er ikki burtur, og koronastríðið snýr seg eisini um áhaldni, segði hann.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder