Innanlands

Bert ein umsókn til starvið sum læknafagligur varastjóri

Starvið verður tí lýst av nýggjum

2018-07-17 10:41 Author image
Ari av Rana
placeholder

Tá freistin var úti tann 9. juli at søkja starvið sum læknafagligur varastjóri í føroyska sjúkraverkinum, var bert ein umsókn komin inn.

- Vit meta, at vit hava brúk fyri at fáa fleiri evni at velja ímillum, sigur Turid Arge, aðalstjóri á Heilsu- og Innlendismálaráðnum, við Kringvarpið.

Tí hevur Heilsu- og innlendismálaráðið avgjørt at lýsa starvið av nýggjum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder