Innanlands

Besti dagurin í árinum higartil

Klokkan 6 í morgun var trýstið í miðjuni á hátrýstinum 1042 hPa. Tað er nokkso nógv. Stóra talið merkir, at nógv luft bíðar eftir at søkka niður.  

(Mynd: Veðurstova Føroya)

(Mynd: Veðurstova Føroya)

2023-03-01 15:22 Author image
Veðurstova Føroya
placeholder

Besti dagurin í árinum, higartil. At kalla eingin vindur, klárt og sól. Miðjan á hátrýstinum, sum stendur fyri hesum góða veðrinum, er einar 100 fjórðingar vestan fyri Suðuroynna.

Veðrið í einum øki, har hátrýst er, er vanliga gott við lítlum vindi og klárum lofti, um ikki altíð so klárum, sum tað er í morgun.

At tað er hátrýst merkir, at nógv luft er savnað við leiðirnar hjá okkum. Hon søkkur trýstir seg niður á jørðina, og tekur guvuna (vatndampin) við sær niðureftir. Skýggini fara í upploysn. Hetta kallast subsidensur á fakmáli.

[object Object](Mynd: Veðurstova Føroya)

Tað øvugt hendir kring lágtrýst. Tá verður luft syft uppeftir, og tí kølnar hon, guvan fer úr, og tað er skýggjað og regn. Tað kallast convection á fakmáli.

Hátrýstið, sum liggur nær við Føroyar í dag, er máttmikið. Klokkan 6 í morgun var trýstið í miðjuni 1042 hPa. Tað er nokkso nógv. Stóra talið merkir, at nógv luft bíðar eftir at søkka niður.

Metið í Føroyum er 1054 hPa, mált í Hvannasundi í 2020.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder