Innanlands

Betri Banki: 73,2 milliónir krónur eftir skatt í 2022

Útlánini øktust við sjey prosent, samstundis sum bankin hevði eina stóra tilgongd av nýggjum kundum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-03-01 11:14 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Betri Banki hevur ígjøgnum fleiri ár havt ein støðugan vøkstur i útlánum, og 2022 var einki undantak. Útlánini øktust við sjey prosent, samstundis sum bankin hevði eina stóra tilgongd av nýggjum kundum.

Betri Banki metir, at útlánskundar bankans yvirskipað hava tað gott. Hetta er gott at síggja, nú rembingar eru í heiminum við kríggi, prísvøkstri og hækkandi rentum.

Í 2022 hækkaði Danski Tjóðbankin leiðandi rentuna 2,35 prosentstig, meðan bústaðarrentan í Betri Banka til samanberingar hækkaði 1,65 prosentstig.

Betri Banki hevði við árslok 2022 ein kjarnukapitalprosent á 32 prosent, og er soleiðis ein avbera tryggur peningastovnur.

Árið í stuttum
• Ársúrslitið: 73,2 mió. krónur
• Úrslitið áðrenn skatt: 87,8 mió. krónur
• Fíggjarstøðan javnvigar við 10.676 mió. krónum
• Útlán: 7.310 mió. krónur
• Innlán: 8.499 mió. krónur
• Eginpeningur: 2.019 mió. krónur
• Kjarnukapitalprosent við árslok er 32,0%

Allur ársroknskapurin sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder