Innanlands

Betri bjóðar nú Betri Bilhjálp

Betri Trygging hevur skrivað undir avtalu við ANSNI um Betri Bilhjálp

Ingunn Eiriksdóttir, stjóri í Betri Trygging og Helgi Justinussen, stjóri í ANSNI skriva undir avtaluna.

Ingunn Eiriksdóttir, stjóri í Betri Trygging og Helgi Justinussen, stjóri í ANSNI skriva undir avtaluna.

2018-07-09 16:40 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Betri Trygging kom herfyri á marknaðin við nýggjari og einfaldari biltrygging, sum hevur fleiri valmøguleikar enn áður. Hetta varð gjørt, tí kundarnir hjá Betri ynsktu fleiri tryggingarmøguleikar til bilin. Í hesum sambandi hevur Betri Trygging nú skrivað undir avtalu við ANSNI um Betri Bilhjálp.

Nýggju biltryggingarnar hjá Betri Trygging hava fleiri dekningar enn gamla biltryggingin, og fleiri av hesum dekningum eru púra nýggjar á føroyska marknaðinum, so sum skeiv áfylling, nummarplátustuldur og mekaniskur skaði. Eisini eru nógv eftirspurdu dekningarnir parkeringsskaði og bilhjálp nú eisini við.

Betri Bilhjálp
Møguleiki er nú eisini at fáa Bilhjálp hjá Betri Trygging. Hendan trygging veitir tær hjálp, tá tú av ávísum orsøkum steðgar upp ella kemur í óføri á vegunum í Føroyum. Hevur tú Betri Bilhjálp í tínari biltrygging, skalt tú bara ringja til Betri Bilhjálp á tel 60 60 60, so er hjálpin á veg.

”Betri Trygging leggur seg altíð eftir at veita kundunum eina góða og nútímans tænastu. Eftirspurningur hevur verið eftir einari trygging sum hesari, og tí eru vit sera fegin um hetta samstarvið við ANSNI, sum merkir, at vit kunnu bjóða kundum okkara Betri Bilhjálp í øllum Føroyum," sigur Ingunn Eiriksdóttir, stjóri í Betri Trygging.

Tað er ein treyt fyri at fáa Bilhjálp í Føroyum, at bilurin ikki er eldri enn 5 ár frá fyrstu skráseting.

- Betri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder