2019-03-19 22:43
Kringvarpið er blivið eitt vet betri. Í øllum førum tá tað snýr seg um myndagóðsku. Tað visti Dagur & vika í kvøld.
Televarpið vísir nú KVF sonevndari HD-góðsku. Áður hevur verið sent í SD, sum er vánaligasta myndagóðskan.
Í fjør vóru tey liðug at dagføra sendibilar, sendirúm og aðra útgerð til HD, og nú er enn eitt stig tikið á leiðini til betri góðsku. Enn er tó eitt sindur upp til eitt nú norska NRK og svenska SVT, sum senda í fleiri ferðir betri góðsku enn vit í Føroyum.
Kringvarpið er seinasta public service-rásin í norðurlondum, sum er farin at senda í HD-góðsku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald