Í gjárkvøldið var áhugaverd sending í Kringvarpi Føroya, sum setti sjóneykuna á happing. Í sendingini kom millum annað fram, at kanningar vísa, at triðja hvørt barn í fólkaskúlanum hevur verið úti fyri happing. Djóni Eidesgaard, aðalskrivari í Barnabata, vísir á, at seinastu árini hava tey arbeitt miðvíst við at framleiða tilfar, sum skal fyribyrgja happing.
Á vári í 2017 gjørdi Betri P/F stuðulsavtalu við Barnabata, so Barnabati í samstarvi við Mary Fonden og Red Barnet kundi tillaga Fri for Mobberi til føroysk viðurskifti undir navninum Betri vinir.
Seinasta árið hevur Barnabati undirvíst nógvum námsfrøðingum og starvsfólkum á ymiskum barnagørðum kring landið um happing, og hvussu ein arbeiðir við amboðunum í Betri vinir.
Tilfarið í Betri vinir er samansett av námsfrøðiligum amboðum, sum gera tað lættari at styrkja barnafelagsskapin. Tilfarið er stílað til børn, fakfólk og foreldur.
- Vit eru sera takksom fyri, at Betri sá týdningin í hesum arbeiði og vísti okkum álit við at lata okkum ta neyðugu fígging, sum gjørdi tað møguligt at seta hesa ætlan í verk í Føroyum, sigur Djóni Eidesgaard, aðalskrivari í Barnabata.
Barnabati leggur dent á, at happing fer fram í bólkafelagsskapum. Tí skal orsøkin og loysnin ikki bara finnast hjá happaranum ella tí, sum verður happað/ur. Tað er neyðugt at arbeiða við mentanini í felagsskapunum, har børn eru við – í stovnum, í skúlanum og í frítíðini.
- Hendan verkætlanin passar væl til endamálið hjá Betri um at skapa tryggleika í Føroyum. Í Betri ynskja vit at stuðla teimum, ið vilja basa happing. Tí stuðla vit Barnabata í samband við átakið Betri vinir. Her kunnu vit geva okkara íkast til at fyribyrgja, at ung fólk fáa mein av at verða happað í gerandisdegnum. Vit hava hoyrt góðar afturmeldingar frá verkætlanini og tað eru vit sera fegin um. Vit vóna, at fleiri fara at fáa gagn av verkætlanini Betri vinir, sigur Evy Jacobsen, forstjóri í Betri P/F.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald