Í kvøld verða pisudagar á ungdómsdeildini hjá Betri í Havn. Tað er Betri saman við MFS og Altjóða Skrivstovuni, sum skipar fyri tiltakinum.
Pisudagarnar vóru í Klaksvík í gjár, og Karla Neslíð, skrivstovufólk hjá MFS greiðir frá, at tiltakið gekk væl.
- Eg haldi at eini 30-40 fólk. Tey flestu skuldu til Danmarkar at lesa eftir summarferiuna, greiðir Karla frá umvegis telefon.
MFS hevur skipað fyri pisudøgum í nógv ár, og Karla Neslíð greiðir frá, at undirtøkan og móttøkan hevur verið góð og at uppmøtingin er støguð.
Vilja geva fólki eina góða byrjan uppá lestrarlívið
- Endamálið er, at fólk skulu koma væl frá lesnaðinum frá byrjan av. Eg upplivi at fólk eru glað fyri kunningina, tí tey vita ikki hvar tey skulu byrja, tá tey flyta til eitt nýtt land, sigur Karla Neslíð. Hon greiðir frá, at umboð fyri ymiskar lestrarbýir eru á staðnum, og at høvi er at spyrja tey um kunning.
- Umboð fyri ymiskar danskar lestrarbýir sum eitt nú Keypmannahavn, Aarhus og Álaborg eru á staðnum, umframt at umboð fyri eitt nú Ongland og Póland eisini eru har, sigur hon.
Skráin til tiltakið er tann sama sum í Klaksvík, og umboð fyri Betri, MFS og Altjóða skrivstovuna eru millum annað á staðnum við framløgum og fyri at taka ímóti spurningum.
Skráin:
- Betri
- MFS
- Altjóða Skrivstovan
- Ráðgevingin
- Handan av Betri Legat.
- Atlantic Airways - sveiggj ferðaseðil
- Lesandi vera deild upp í mun til lestrarbý
- Ábit og Heiðrikur diskar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald