Innanlands

Betri Pisudagar í Klaksvík í kvøld

Í kvøld verða Betri Pisudagar í Klaksvík. Tiltakið byrjar klokkan 19.00

Pisudagar verða í Klaksvík í kvøld. Mynd: Jens Kr. Vang

Pisudagar verða í Klaksvík í kvøld. Mynd: Jens Kr. Vang

2018-07-31 17:15 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Á facebook tiltakinum "Betri Pisudagar 2018", sum verður í Klaksvík í kvøld og Havn í morgin stendur skrivað, at høvi verður at fáa svar uppá spurningar um SU, ÚSUN, NemKontu, NemID, Føroyafrádrátt o.a. Víðari stendur, at møguleiki verður fyri at vinna ein Sveiggj ferðaseðil.

Tað er MFS saman við Altjóða Skrivstovuni og Betri, ið skipar fyri tiltakinum. 

Tiltakið í kvøld byrjar klokkan 19.00 og verður á deilini hjá Betri í Klaksvík. Í morgin verður tiltakið á ungdómsdeildini hjá Betri í Havn, og tað byrjar klokkan 19.00. 

Á Facebook tiltakinum stendur, at skráin verður hendan: 

- Betri 
- MFS 
- Altjóða Skrivstovan 
- Ráðgevingin 
- Handan av Betri Legat.
- Atlantic Airways - sveiggj ferðaseðil
- Lesandi vera deild upp í mun til lestrarbý
- Ábit og Heiðrikur diskar 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder