Innanlands

Bíða eftir fullari flóð

Jaspis sigldi á land í nátt, men stýr er á støðuni

Mynd: Bjørn Kalsø / Jn.fo

Mynd: Bjørn Kalsø / Jn.fo

2018-07-03 08:27 Author image
Ari av Rana
placeholder

Partrolarin Jaspis sigldi í nátt á land í Kalsoynni. Tað var um hálvgum tvey tíðina í nátt at Jaspis sigldi á land sunnanfyri Syðradal.

- Jaspis stendur á kjølinum og bíða verður eftir at tað verður full flóð. Har sær ikki út til at verða nakað serligt av skaða hendur, og stýr er á støðuni, verður sagt av MRCC.

Sagt verður, at væntandi verður roynt at fáa frá landi aftur á miðdegi.

Brimil er á staðnum, og systurskipið Ametyst liggur eisini hjá.

Les eisini: Jaspis siglt á land

Mynd: Bjørn Kalsø / Jn.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder