Tað var leygardagin 30. november, at ein beinagrind av einum fólki varð funnin í Skriðudali, ið er nakað norðanfyri bygdina Kunoy.
Les eisini: Deyður persónur funnin á Kunoynni
Løgreglan bíðar framvgis eftir DNA-royndum, soleiðis at deyða fólkið, sum varð funnið í Kunoynni í heyst, kann eyðmerkjast. Hetta skrivaði Kringvaprið fríggjadagin
Tað er á rættarlæknastovninum, í Danmark at tað verður verða kannað fyri DNA.
Les eisini: Tveir ungir útlendingar horvnir í Føroyum hetta seinasta árið
Tað eru tveir persónar, ið løgrelan hevur eftirlýst seinasta árið: Ein 29 ára gamal eysturríkskur maður, ið seinast er sæddur í Fugloy í januar, og sum leitað varð eftir fyrst í farna árið, og ein 31 ára gamal fraklendingur sum kom við Norrönu úr Íslandi í februar, og sum eingin hevur hoyrt frá síðani.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald