– Harðskapur sum heild, hoyrir ikki heima í USA, og vit mugu ikki loyva, at slíkt verður gerandiskostur.
Soleiðis segði amerikanski forsetin Joe Biden m.a. í røðu fyri tjóðini í gjárkvøldið, dagin eftir skottilburðin á valfundinum hjá fyrrverandi forsetanum Donald Trump.
– Tíbetur hevur Trump ikki fingið álvarsligan skaða. Eg tosaði við hann í gjárkvøldið (leygarkvøldið, red.) Eg eri takksamur fyri, at tað gongst honum væl, segði Biden.
Les eisini: - Eg varð raktur av einari kúlu
Málið verður enn kannað av amerikonsku samveldisløgregluni FBI, og sambært Biden er enn ikki greitt, hvat lá aftanfyri skottilburðin.
– Vit kenna ikki motivið hjá honum enn. Vit kenna ikki hansara meiningar ella tilknýti. Vit vita ikki, um hann hevði hjálp ella stuðul, ella um hann samskifti við nakran annan. Serfrøðingar kanna hetta í løtuni.
Les eisini: Brotsmaðurin eyðmerktur
Eisini heitti amerikanski forsetin í røðu sínari á amerikanarar um at standa saman.
- Minnist til, at meðan vit kunnu vera ósamd, eru vit ikki fíggindar, segði hann.
– Einki er meira umráðandi nú, enn at vit standa saman.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald