Uttanlands

Biden og Sanders aftur á vágskálina í dag

Seks amerikanskir statir skulu velja valfólk í dag

Joe Biden (Savnsmynd: EPA)

Joe Biden (Savnsmynd: EPA)

2020-03-10 09:03 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í dag er undanval í seks statum í USA. Størstur spenningur er um undanvalið í Michigan, sum er staturin, har flest valfólk eru at vinna.

Spenningurin snýr seg mest um kappingina millum teir báðar demokratarnar, Joe Biden og Bernie Sanders. Umframt Michigan, har 125 valfólk skulu veljast, eru eisini undanval í Idaho, Mississippi, Missouri og Washington. Í North Dakota skulu valfólk eisini veljast, men tað hendur á veljarafundum.

Eftir at hann vann 10 av 14 statum á Super Tuesday fyri viku síðani, vónar Joe Biden nú at gongdin fer at halda fram.

- Michigan, er rokni við tykkum, segði Biden framman fyri eini fagnandi fjøld av fjepparum í Detroit.

77 ára gamli Biden hevur fingið stuðul frá fleiri týðandi demokratum og fyrrverandi kappingarneygum í valstríðnum. Eitt nú littu senatorunum Cory Booker úr New Jersey og Kamala Harris úr Kalifornia. Tey vóru bæði saman við Joe Biden á einum veljarafundi í Detroit saman við guvernørinum í Michigan, Gretchen Whitmer.

Undanvalini í dag eru tey fyrstu síðan størstu kappingarneytarnir hjá Biden og Sanders, Elizabeth Warren og Michael Bloomberg, tóku seg úr valstríðnum hjá demokratunum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder