Innanlands

Bilførarar øtast um trygdina á Hvítanesvegnum

Arbeiðið við Eysturoyartunnilin setur ferðslutrygdina í vanda

Savnsmynd av arbeiðinum í Eysturoyartunnlinum

Savnsmynd av arbeiðinum í Eysturoyartunnlinum

2018-11-27 15:43 Author image
Ari av Rana
placeholder

Ferðslan á Hvítanesvegnum er sera nógv ávirkað av arbeiðinum at gera Eysturoyartunnilin. Nógv er gjørt fyri at bøta um trygdina, meðan arbeitt verður, men hóast hetta eru trupulleikar í ferðsluni.

Í gjár fekk løgreglan fleiri fráboðanir frá bilførarum, sum gramdu seg um koyrilíkindini millum Hvítanes og Sund. Tunnilsarbeiðið førir við sær, at vegurin gerst skitin, og bilførararnir søgdu seg ikki síggja linjurnar á vegnum. Vegurin verður ikki vaskaður, og hetta førir trupulleikar við sær.

Løgreglan beindi málið víðari til felagið Tunnil, sum hevur ábyrgdina av arbeiðinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder