2019-04-07 09:48
Um átta-tíðina í gjárkvøldið varð ein bilførari tikin fyri at koyra óforsvarliga.
Løgreglufólk vóru norðanfyri í einum vanligum persónbili, tá tey varnast ein bil, sum koyrdi óforsvarliga.
Vaktleiðarin á politistøðini í Havn sigur, at bilurin koyrdi nógv skjótari enn loyvt var í bygdum øki.
Løgreglan fekk tó ikki steðgað honum beinanvegin av tí at har var so nógv ferðsla. Tá bilurin kom úr bygdum øki, koyrdi hann enn meira óforsvarliga, og gjørdi bilførarin eina púra høpisleysa avkoyring.
Løgreglan sigur, at bilførarin fær eina bót fyri hetta.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald