Nógv fólk vóru í býnum í nátt, men sum heild hava fólk skikkað sær væl.
Tó hevur løgreglan havt ymisk smáting at gjørt í býnum. Millum annað hevur løgreglan verið og hjálpt fólk, ið høvdu drukkið ov nógv og vóru sovnað úti í kuldanum.
Í nátt var eisini hált, og í hesum sambandi endaðu fleiri á skaðastovuni, eftir at tey vóru dottin í hálkuni.
Eisini var løgreglan boðsend í samband við húsaófrið tvær ferðir í nátt, eina ferð í Suðuroynni og eina ferð í Suðurstreymi.
Um klokkan trý var løgreglan eisini boðsend til eitt skeinkistað í Havn, har tvær kvinnur vóru farnar til hendurs. Løgreglan kannar málið nærri í løtuni. Um nakar verður skuldsettur fyri harðskap er ikki greitt enn, sigur vakthavandi á politistøðini.
Í nátt varð ein bilførari eisini tikið í Norðoyggjum, tí illgruni var um, at hann koyrdi ávirkaður av rúsdrekka. Blóðroynd er tikin av føraranum, og bíðað verður eftir úrslitinum, áðrenn meira verður gjørt við málið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald