Ein mánaði er síðani misálitið á Rigmor Dam fall, og løgmaður lovaði at kanning skuldi setast í verk av málinum um embætisførsluna hjá landsstýriskvinnuni í málinum um Glasir. Men enn er einki hent.
Um eina til tvær vikur væntar Aksel V. Johannesen, løgmaður at ein advokatur er funnin at gera kanningina. Tað verður ein skjót og bílig kanning, sigur løgmaður.
- Vit hava sæð fyrr at tílíkar kanningar hava verið rættiliga kostnaðarmiklar. Onkur kanning kostaði meira enn fimm milliónir og tók hálvtannað ár at gera. Tað haldi eg er alt ov kostnaðarmikið og heldur ikki virðiligt fyri partarnar, sum eru í málinum, segði løgmaður við útvarpið í kvøld.
- Tí ætli eg, at kanningin skal vera meira yvirskipað, soleiðis at hon verður bílig og kann ganga skjótt, soleiðis at man hevur eina niðurstøðu um fáar vikur, segði Aksel V. Johannsen.
Løgmaður sigur, at tað fer at taka einar seks til átta vikur frá tí at advokaturin er farin til verka til ein niðurstøða fyriliggur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald