2019-04-10 09:33
Eitt ferðsluóhapp var í Eysturoynni beint eftir klokkan 4 í nátt.
Løgreglan sigur, at tað var ein kvinna, sum koyrdi einsamøll í bili, sum fór av vegnum. Bilurin hevði ikki nógva ferð, men fór á rull.
Kvinnan megnaði sjálv at koma úr bilinum og boðaði frá óhappinum. Sjúkrabilur varð sendur á staðið og kvinna varð koyrd á landssjúkrahúsið til kanningar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald