2018-11-27 12:03
Eitt ferðsluóhapp hendi á ringvegnum í morgun, tá ferðslan var av tí mesta.
Tað var har Dalavegur og Ringvegurin møtast, at ein bilførari rendi upp í bilin frammanfyri. Bilurin hevði lítla ferð tá óhappið hendi, men bakhjólið á tí árenda punkteraði, so at hesin ikki fekk koyrt víðari.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini sigur, at tá talan er um ferðsluóhapp í meldurtíð, har bilførari ikki heldur frástøðuna, verður klipp givið. Tí fekk bilførarin í morgun klipp í koyrikortið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald