Innanlands

Bilur koyrdur á rull í vesturbýnum í Havn

Løgreglan vil fegin hoyra frá fólki, sum halda seg hava sæð okkurt

2018-10-08 07:48 Author image
Oda Strøm
placeholder

Seinnapartin leygardag fekk løgreglan fráboðan um, at ein bilur varð koyrdur á rull á Heygnum Mikla í Havn um trý-hálvgum fýra tíðina náttina til leygardag. Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at bilurin rakti eitt stakitt, sum fór í knús, tá tað steðgaði honum. 

- Hondbremsan í bilinum var niðri, og gearið stóð í drive. Tað sum er serligt við tí er, at bilurin kundi ikki verið farin á rull sjálvur, tí mótbrekka var tann vegin, hann fór, sigur vakthavandi.

Einki var tó tikið úr bilinum, og eingi tekin um innbrot vóru. Løgreglan í ferð við kanningararbeiðið og tekur m.a. DNA-royndir úr bilinum.

- Vit arbeiða útfrá, at onkur hevur verið inni í bilinum og gjørt okkurt, og vit vilja fegin hoyra frá fólki, sum halda seg hava sæð okkurt, sigur vakthavandi á løgreglustøðini. 

Løgreglan kann røkkast á telefon 351448. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder