2018-09-29 17:02
Beint eftir klokkan tíggju fyrrapartin fekk løgreglan boð um, at ein bilur varð stolin í Havn.
Brotsmaðurin hevur verið inn í húsinum hjá eigaranum, tikið lykilin, og er síðani farin avstað við bilinum.
Grannar siga seg hava hoyrt okkurt uttanfyri um 6-tíðina í morgun, so hildið verður, at bilurin kann hava verið stolin tá, sigur vakthavandi á politistøðini.
Bilurin, ið enn ikki er funnin aftur, er av slagnum Suzuki Liana og hevur nummarplátuna KT 001.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald