Innanlands

Bilurin er komin upp úr sjónum

Bilurin, sum fór útav gamla vegnum við Leirvík, er fingin uppaftur, men eingin var í honum

Savnsmynd

Savnsmynd

2018-07-25 14:28 Author image
Oda Strøm
placeholder

Bilurin, sum koyrdi útav á gamla vegnum við Leirvík fyrr í dag, er tikin upp úr sjónum, men løgreglan upplýsir, at eingin var í bilinum. 

Fólk, sum eru á fjalli í Leirvík í dag, høvdu sæð bilin á sjónum og søgdu løgregluni frá.

Eigarin av bilinum hevur eisini fingið at vita, at bilurin er funnin. Løgreglan segði ikki, um bilurin var eftirlýstur.

Løgreglan veit ikki meira um málið beint nú, men leitað verður nú í økinum eftir fólki.

Fleiri bjargingarbátar eru á staðnum, harímillum Tjaldrið, Sverri, Rescue Ziska og Rescue Sara. Sum skilst varð tyrlan eisini send avstað, og Tórshavnar Sløkkilið er eisini farið norður við kavarum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder