Mentan

Bindifestivalur fyri 10. ferð

Setanin verður mikukvøldið 23. apríl í Mentanarhúsinum í Fuglafirði

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2025-04-19 19:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í døgunum 24. til 26. apríl verður aftur Bindifestivalur á skránni í Fuglafirði.

Ársins Bindifestivalur er tann 10. í røðini.

Setanin verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði mikukvøldið 23. apríl klokkan 19.
Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum, setur festivalin. Aftaná verður fyrilestur um læknan Sannu Dahl, sum var undangongukvinna í síni samtíð. Eisini verður festligur horntónleikur og ein dussur við góðari kaku, skriva fyriskiparar av festivalinum.

Hóskvøldið 24. apríl klokkan 20 verður Aftankvirra í Fuglafjarðar kirkju við G.J. Mikkelsen, presti og Cantus Deo, sum fer at syngja og spæla. Eisini verður sangur við urgutónum frá H. Kambsdal.

Leygarmorgunin 26. apríl sær eitt nýtt tiltak dagsins ljós. Tað er ”Túnarenning LIGHT”, sum byrjar við tilmelding klokkan níggju uttan fyri kirkjuna. Sjálv renningin, sum er fyri øll, byrjar klokkan tíggju.

Eisini verður ein øðrvísi fyrilestur klokkan 11 við trimum kvinnum á bókasavninum í Fuglafirði.

Endaløtan hjá Bindifestivalinum verður leygarkvøldið 26. apríl klokkan 18 í Mentanarhúsinum.

Øll tiltøkini eru almenn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder