Innanlands

Bingjuskip komið við tilfari til Sandoyartunnilin

Nú byrja sandoyingar at síggja til virksemið av Sandoyartunlinum, sum eftir ætlan skal standa liðugur í 2023

Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto

Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto

2019-05-19 23:46 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í morgun kom bingjuskipið Svartfoss hjá Eimskip á Sand við tilfari til Sandoyartunnilin. Tað skrivar sandportal.fo.

Arbeiðsskúrar vóru millum annað partur av lastini, og teir skulu setast upp á kampingøkinum í Skopun, og har skulu tey, sum arbeiða í Sandoyartunlinum búgva.

Verulig gongd kemur á Sandoyartunnilin nú, tá boriarbeiðið í Eysturoyartunlinum verður liðugt skjótt. Longdin á tunlinum verður 10.8 kilometrar, lægsta punkt frá havbotninum verður 147 metrar.

Tunnilin kemur upp í Traðardali millum Skopun og Sand, og streymoyarmegin kemur hann upp á Gomlurætt.

Ætlandi verður koyrandi ígjøgnum tunnilin í desember 2023.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder