Innanlands

Birgir Nielsen fer frá sum nevndarformaður

Aslaug Gisladóttir tekur yvir eftir Birgir Nielsen sum nevndarformaður í Betri P/F og Ognarfelagi Tryggingartakaranna

(Kvf.fo)

(Kvf.fo)

2018-08-08 12:01 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hetta boðar nevndin í Ognarfelag Tryggingartakaranna frá í tíðindaskrivi.

Tíðindaskrivið er soljóðandi:

Birgir Nielsen, sum hevur verið nevndarformaður í Betri P/F og Ognarfelagi Tryggingartakaranna síðani 21. apríl 2017, hevur á nevndarfundi í gjár fráboðað nevndini, at hann hevur valt at taka seg aftur sum formaður. Hann fer samstundis úr øllum nevndum í Betri samtakinum.

Nevndin í Ognarfelagi Tryggingartakaranna mannar eisini nevndina í Betri P/F, sum er móðurfelag hjá Betri Banka, Betri Trygging, Betri Pensjón og Betri Heim.

Nevndin skipaði seg av nýggjum, og í staðin fyri Birgir Nielsen varð Aslaug Gisladóttir vald til forkvinnu. Teitur Poulsen heldur fram sum næstformaður.

Nýggja forkvinnan, Aslaug Gisladóttir, takkar Birgiri Nielsen fyri avrik hansara í Betri samtakinum bæði sum formaður og sum nevndarlimur seinastu árini. “Vit virða hansara gerð og taka hana til eftirtektar og ynskja honum alt tað besta framyvir“.

Birgir Nielsen úttalar, at hóast hann ikki metir seg hava gjørt nakað galið í málinum, so hevur hann valt at taka seg aftur fyri at forða fyri, at umtalan, sum hevur verið um hansara leiklut í sambandi við søluna av einum vinnubygningi á Kirkjustræti í Hoyvík, fær nakra neiliga ávirkan á Betri samtakið.

Birgir Nielsen fer samstundis frá sum næstformaður í Betri Banka P/F. Nýggjur næstformaður í Betri Banka P/F verður valdur á næstkomandi nevndarfundi í bankanum.

Nevndin í Ognarfelag Tryggingartakaranna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder