2023-03-18 10:30

Á aðalfundinum hjá Starvsfelagnum 4. mars vórðu Birita Fritleifsdóttir Kjærbæk og Borgný Mohr afturvaldar í nevndina fyri eitt trý ára skeið.
Einki mótvalevni var til nevndarsessir teirra, sum stóðu fyri vali.
Birita hevur tað seinasta árið verið næstforkvinna í Starvsfelagnum, og heldur hon fram í sessinum. Tí er eingin broyting í nevndini eftir nevndarvalið í ár, skrivar Starvsfelagið í tíðindaskrivi.
Hini í nevndini eru Súni Selfoss, formaður; Borgný Mohr, nevndarlimur; Hildigerð Djurhuus, nevndarlimur; og Hergeir Staksberg, nevndarlimur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald