
Nátatíðin er byrjað, og tað er ein tíð á árinum, tá føroysku bjargingarbátarnir hava nógv at gera.
Tað skrivar Rescue Lív á Facebook.
Seinnapartin var Ziska eftir einum báti, sum lá suður úr Svínoynni og ikki fekk siglt vegna róðurtrupulleikar. Báturin varð sleipaður til Leirvíkar.
Nýggi bjargingarbáturin Vón var í Mykinesi seinnapartin eftir manni, sum var dottin og hevði brotið beinið. Maðurin varð sigldur til Sørvágs, haðani hann varð fluttur á Landssjúkrahúsið við sjúkrabili.
Klokkan 14:23 vóru boð eftir Rescue LÍV at fara einum báti, sum eisini var staddur suður úr Svínoynni og sum hevði maskintrupulleikar, til hjálpar. LÍV loysti klokkan 14:40 og var hjá bátinum sløk fimm korter seinni. Báturin varð sleipaður á Havnina, har tey vóru klokkan 19:10 í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald