Tailendskir myndugleikar fara nú í gongd við bjargingararbeiðnum av teimum 12 dreingjunum og fótbóltsvenjara teirra, sum hava sitið innibyrgdir meira enn 14 dagar í einum helli í norðarapartinum av Tailandi.
- Bjargingarfólk byrja nú at royna at fáa fótbóltsliðið út, segði Narongsak Osatanakorn, sum leiðir bjargingararbeiðnum sambært tíðindastovuni Reuters.
- Bjargingin kann taka 3-4 dagar, og fyrsti bólkurin av dreingjunum verður í fyrsta lagi úti úr hellinum klokkan 21 lokala tíð (klokkan 15 føroyska tíð), segði Narongsak Osatanakorn.
Sambært Osatanakorn luttaka 13 útlendskir kavarar og fimm tailendskir navy seals í bjargingararbeiðnum.
- Okkara størstu avbjóðingar í løtuni eru vatn og tíð.
Sambært TV2 vil hann einki siga um, um dreingirnir skulu kava úr hellinum. Hann sigur tó, at í dag, sunnudag, er besti dagurin at royna at fáa teir út, tí mann sambært honum kann ganga tað mesta av túrinum.
Osatanakorn leggur afturat, at nærri kanningar av hellinum hava útilukkað boring sum ein møguligur máti at fáa dreingirnar út uppá.
Í byrjanini av vikuskiftinum segði Osatanakorn, at dreingirnir ikki vóru klárir at ganga langa túrin, men seinni leygardagin segði hann, at fallandi vatnstøða og gott veður skapar ein góðan møguleika at royna at fáa dreingirnar út nú.
(Mynd: TV2)
Samstundis er iltstøðið í hellinum alarmerandi lágt. Tað er nú niðri á 15 prosent, og eitt sunt støði er 21 prosent.
- Hvis iltstøðið fellur til undir 12 prosent, fer tað at ávirka heila teirra, og teir kunnu fara í sjokk, segði Osatanakorn á einum tíðindafundi leygardagin sambært TV2.
Ein tann størsta avbjóðingin hjá myndugleikunum er, at veðurforsøgnin lovar monsunregn í næstum - og tað er kanska eisini ein stór orsøk til, at bjargingararbeiðið verður nú sett í gongd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald