
Inntøkan hjá tónleikarum og øðrum listafólkum, sum burturav liva av handverki sínum, sveiggjar í flestu førum nógv. Tónleikarar forvinna ofta størra part av síni inntøku ávísa árstíð og hava so lítla inntøku aðrar partar av árinum.
Sjálvstøðugt vinnurekandi, sum ikki ella bert í lítlan mun hava leysa arbeiðsmegi aftrat sær, hava, um tey gerast sjúk, rætt til dagpening eftir vanligu reglunum í lóg um dagpening vegna sjúku.
Dagpeningurin verður útgoldin eftir seinastu skattskyldugu ársinntøku, og verður vikuliga útgjaldið roknað sum 1/52 partur av hesari. Av tí at íløgur í útgerð og annað hjá sjálvstøðugt vinnurekandi verða drigin frá skattskyldugu inntøkuni, kann útrokningargrundarlagið í sambandi við dagpengar gerast so lágt, at tað ikki ber til at liva av.
Tað sigur Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi, sum hevur sett landsstýriskvinnuni í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, fyrispurning um sjúkudagpening til tónleikarar.
Sjálvstøðug vinnurekandi kunnu tekna sær eina trygging, sum gevur dagpening, tá sjúka rakar. Hendan kann veita 80 prosent av eini arbeiðsmannaløn í tíðarskeiðnum, har tey ikki kunnu arbeiða vegna skaða ella sjúku. Men millum treytirnar fyri at fáa útgjald eftir hesi trygging er, at uml. 75 prosent av inntøkuni skal stava frá sjálvstøðugum virksemi, t.v.s. B-inntøka, vinningsbíti og líknandi.
Sambært Bjørt Samuelsen er hetta kravið ein trupulleiki fyri fleiri sjálvstøðug vinnurekandi, ikki minst tónleikarar.
– Flestu tónleikarar, sum eru sjálvstøðugt vinnurekandi, liva av ógvuliga samansettum uppgávum og inntøkum. Eitt nú fyri ein part at spæla tónleik á spælistøðum, og so at hava samansettar avtalur um uppgávur yvir longri tíðarskeið. Tað kann vera at undirvísa í nakrar vikur, ella at spæla fast á ávísum staði í eina mánað ella tveir um summarið. Talan er sostatt ikki um fast arbeiði í vanligari merking. Kortini velja fleiri arbeiðsgevarar – bæði almennir og privatir – at gjalda samsýningina út sum A-inntøku, og ynskja ikki gjalda eftir rokning, sum B-inntøka. Tá verður, sambært reglunum, henda inntøka ikki roknað sum “inntøka frá sjálvstøðuga virkseminum”.
– Í hesi støðu er tað sera ivasamt, um tað loysir seg fyri ein tónleikara at tekna trygging, sum kostar fleiri túsund krónur árliga, tí vandi er fyri, at tryggingin ikki tekur við, tí farið er um markið fyri A-inntøku, vísir tingkvinnan á.
Bjørt Samuelsen spyr tí landsstýriskvinnuna, um hon heldur at tryggingin hjá sjálvstøðugum vinnurekandi í nóg stóran mun loftar tónleikarum, sum hava sveiggjandi inntøku, og um hon heldur tað vera í lagi, at hesi kunnu detta niðurímillum, tá tey gerast sjúk.
Eisini vil hon vita, um nakrar ætlanir eru um at tryggja, at skipanin við dagpeningi og dagpeningatrygging í sambandi við sjúku loftar tónleikarum og øðrum vinnurekandi.
Spurningurin hjá Bjørt Samuelsen er soljóðandi:
1. Metir landsstýrismaðurin, at dagpeningatryggingin, sum sjálvstøðugt vinnurekandi kunnu tekna, í nóg stóran mun loftar tónleikarum, ið eru sjálvstøðugt vinnurekandi, og hava sera sveiggjandi inntøku?
2. Heldur landsstýrismaðurin tað vera í lagi, at tónleikarar, sum sjálvstøðugt vinnurekandi, kunnu detta niðurímillum, tá tey gerast sjúk, tí tey ikki eru nóg væl vard av vanligu dagpeningaskipanini ella sjálvbodnu tryggingini fyri sjálvstøðugt vinnurekandi?
3. Metir landsstýrismaðurin, at kravið um skilnað millum A-inntøkur og B-inntøkur, fyri at fáa sjúkradagpening sambært tryggingini, er rímiligt, tá arbeiðsgevarar – bæði almennir og privatir – í fleiri førum velja at gjald løn fyri arbeiði út sum A-inntøka, heldur enn sum B-inntøka, hóast talan ikki er um føst størv?
4. Vil landsstýrismaðurin tryggja, at skipanin við dagpeningi og dagpeningatrygging í sambandi við sjúku, loftar tónleikarum, sum liva av tónleikinum, eins væl og øðrum vinnurekandi?
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald