Innanlands

Bjørt Samuelsen: Stillar bara upp tá hon vil verða vald

Bjørt Samuelsen stillaði ikki upp á seinasta fólkatingsvali, men eftir 12 ár í løgtinginum er hon klár at fara á fólkating

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2019-05-21 23:07 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

- Eg stilli altíð bara upp til sessir, sum eg ætli mær at taka av, um eg fái møguleikan. Seinast varð lagt upp til, at um vit komu til valdi í Føroyum, skuldu vit fremja eina rúgvu av nýskipanum. Tí fór eg neyvan at taka av einum fólkatingssessi, um eg varð vald. 

Tað sigur Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi, sum ikki stillaði upp á fólkatingsvalinum seinast. Hon hevur valt at stilla upp nú, tí fleiri av nýskipanunum er komnar ígjøgnum. Men er so onki eftir at gera í Føroyum, tá hon hevur hug at verða vald á fólkating nú? 

- Tað er ikki minni at gera, men vit hava framt fleiri av teimum nýskipanunum, sum vit ætlaðu okkum. Heilsu- og fiskivinnunýskipanin eru tvær, sum eg eigi nakrar aktiur í, og sum eg haldi hava verið ógvuliga týdningarmiklar, sigur Bjørt Samuelsen. Hon hevur eisini góðan hug at umboða føroyingar í fólkatinginum. 

- Nú havi eg sitið 11 ár á løgtingi, og eg føli meg klára at fara á Danating at umboða tað føroyska fólkið, um eitt ynski er um tað, sigur Bjørt Samuelsen, sum heldur tað vera ógvuliga týdningarmikið, at eitt fullveldisumboð verður valt á fólkating. Um tað er hon ella onkur annar kemur í síðsta enda í aðru røð. 

- Eg fari við fullum huga inn í hetta valstríðið, tí eg haldi tað vera ómetaliga týdningarmikið, at vit hava eitt fullveldisumboð á danatingi. Um tað akkurát eri eg ella onkur annar í flokkinum, sum er tann rætti, tað kemur í aðru røð, sigur Bjørt Samuelsen. 

Týdningarmikið við fullveldisrødd 
Á tíðindafundinum hjá Tjóðveldi varð sagt, at løgtings- og fólkatingsvalið er samantvinnað fyri flokkin. Flokkurin ætlar sær at arbeiða ímóti loysing í Føroyum, og tí var týdningarmikið, at eitt fullveldisumboð var á fólkatingi fyri at hjálpa við hesum arbeiðinum. Men hvat um flokkurin ikki kemur í samgongu eftir valið? 

- Tað er altíð týdingarmikið at hava eitt fullveldisumboð heldur enn eina sambandsrødd á danatingi. Men vit fara sjálvandi at seta alla orku inn fyri at vinna løgtingsvalið og koma í samgongu, helst við núverandi samgongu. Í øllum førum vilja vit koma í eina sterka samgongu, sum kann halda á fram við arbeiðinum at gera Føroyar sjálvbjarngar og røkka loysingini, sigur Bjørt Samuelsen, sum leggur dent á at eitt fólkatingsumboð óansæð hvat skal tosa um sjálvbjargni. 

- Og eg haldi tað vera umráandi, at vit fáa eina rødd, sum umboðar tað at vilja gerast sjálvbjargin á danatingi, óansæð støðuna hjá flokkinum í løgtinginum, sigur Bjørt Samuelsen at enda. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder