Jóhann Lützen, blaðstjóri á Norðlýsinum, finst hvassliga at støðuni í føroyska miðlaheiminum, nú tað er komið fram, at journalistar í kringvarpinum dult hava arbeitt fyri privatar miðlar (Sosialin og Dimmalætting), og biðið um innlit í uppsagnarmálum hjá Johnny í Grótinum frá tíðini, hann varð stjóri á Landssjúkrahúsinum.
Kringvarpið sjálvt kann ómøguligt liva við, at starvsfólk stovnsins leka intern viðurskifti
- Føroya fólk og føroyski miðlaheimurin kann ikki liva við hesum. Hvørki við at Kringvarp Føroya hevur eina agenda ella við at kringvarpsjournalistar áhaldandi sita og gera akkurát tað, sum stjórin bleiv koyrdur fyri, nevniliga við at dulnevnt at skapa ikki bara søgur (sum stjórin), men beinleiðis forsíðugølur, í øðrum fjølmiðlum, skrivar blaðstjórin.
Les eisini: Brynhild Thomsen um KVF undir Liljuni Weihe: - Kritikkur av ávísum framleiðslum var bannaður
- Og Kringvarpið sjálvt kann ómøguligt liva við, at starvsfólk stovnsins leka intern viðurskifti, skrivar Jóhann Lützen.
- Nú situr Kringvarpið tannleyst við einum fyribils tíðindaleiðara, einum fyribils stjóra, einum stýri sum bíðar eftir Mentamálaráðnum, og einum mentamálaráði, sum er farið í feriu.
Jóhann Lützen, blaðstjóri á Norðlýsinum (Savnsmynd)
Løgtingsval og fólkatingsval nærkast
Blaðstjórin vísir á, at tvey val nærkast í hvørjum, og valstríðið væntandi verður skotið í gongd á ólavsøku, og tá er neyðugt við tryggari støðu í miðlaheiminum.
- Tað er tvingandi neyðugt, at bilbukt er fingin við aktivistiska journalistikkin v/agendu í Kringvarpinum áðrenn ta tíð, so valstríðið – sum helst byrjar longu á ólavsøku – til bæði valini kunnu fara rætt fram.
Les eisini: - Ikki í lagi um journalistar brúka innlitislógina at fremja fjaldar dagsskráir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald